Fékk þetta sen frá einni vinkonu minni. Frekar frábært :) Nú getiði verið soldið kúl á því og farið með færeyska ljóskubrandara í leiðinlegum teitum……….
Njótið vel!!
Hví bleiv blondinan skuffa tá ið hon kom til London ?
- Hon fann út av at Big Ben var ein klokka.
Hvat gert tú, um ein blondina blakar eina hondgranat eftir tær ?
- Tekur stiftina úr og blakar hana aftur !
Hvussu fært tú eyguni á eini blondinu at skína ?
- Lýs við eini lummalykt inn í oyrað !
Hví eta blondinir ikki súltaðar agurkir ?
- Tær fáa ikki høvdið niður í krukkuna !
Hvat hava ein blondina og ein fløska til felags ?
- Bæði eru tóm frá hálsinum og uppeftir !
Miðvingurin: Skalt tú hava lomb til heystar ?
Havnarmaðurin: Hey tú, eta hestar lomb ?
Hundurin hjá mær hevur onga nøs !
Hvussu luktar hann so ?
Ræðuliga illa !
Tvær kýr standa á eini ong. So sigur onnur: Muuuuh !
So sigur hin: Skít, tað var júst tað, eg ætlaði at siga.
Hví ýla preriuúlvarnir um náttina ?
- Teir síggja ikki kaktusarnar !
Hví eru fílar rukkutir ?
- Hevur tú nakrantíð roynt at strokið einum ?
Hví eru grønlendskir hundar teir skjótastu í verðini ?
- Tí tað er so langt millum lyktapelarnir !
Hví fáa etioparar ein tíma fyrr frá frá skúla ?
- Teir hava ikki døgurðatíma !
Hví býr Tarzan í Klaksvík ?
- Tí hann er “abernes konge” !
Hevur tú hoyrt, at tað er vorðið dýrari at fara til lækna ?
- Júmen, tað eru kortini mong, ið fara til lækna at fáa ráð…
Hvussu kom tann fyrsti etioparin upp á mánan ?
- Hann sat og spældi við eitt elastikk !
Sjúklingurin: Eg kenni meg sum eitt súrepli !
Læknin: Tak tað róligt, eg bíti ikki !
Hvat arbeiði hevði blondinan á M&M-verksmiðjuni ?
- Hon var rættlesari !
Sjúklingurin: Eg haldi, at øll ignorera meg, hvat skal eg gera ?
Læknin: Næsti !
Hvønn útlendskan marknað kann Kim's chips ikki koma inn á ?
- Tann etiopiska. Har er eingin “Sulten for sjov”.
Hvussu gert tú eina blondinu óða í høvdinum ?
- Gev henni ein posa av M&M og bið hana leggja bommini í alfabetiskan ordan
Hvat er tað óreinasta, tú kanst gera við ein klaksvíking ?
- Gev honum tvær teknistiftir og billa honum inn, at tær eru
kontaktlinsir !
Í hvørjum landsparti eru flest etioparar ?
- Tað veldst um ættina !
Hvussu undirheldur tú eina blondinu í tímavís ?
- Skriva “Vend” á báðar síður á einum pappíri !
Hvør er fyrimunurin við at vera senilur ?
- Tú møtir nýggjum fólki hvønn dag !
Tænari, tað liggja tvær kontaktlinsur í minari suppu.
- Hvar ? Hvar ?
Hvussu fært tú ein frá Klaksvík í ørvitri?
- Gev honum ein rundan tallerk, og bið hann koyra ketchup í eitt hjørn.