Færeyskir brandarar eru tvöfallt skemmtilegir: Þeir eru bæði brandarar, og á færeysku.
Hví bleiv blondinan skuffa tá ið hon kom til London ? - Hon fann út av at Big Ben var ein klokka.
Hvat gert tú, um ein blondina blakar eina hondgranat eftir tær ? - Tekur stiftina úr og blakar hana aftur !
Hvussu fært tú eyguni á eini blondinu at skína ? - Lýs við eini lummalykt inn í oyrað !
Hví eta blondinir ikki súltaðar agurkir ? - Tær fáa ikki høvdið niður í krukkuna !
Hvat hava ein blondina og ein fløska til felags ? - Bæði eru tóm frá hálsinum og uppeftir !
Miðvingurin: Skalt tú hava lomb til heystar ? Havnarmaðurin: Hey tú, eta hestar lomb ?
Hundurin hjá mær hevur onga nøs ! Hvussu luktar hann so ? Ræðuliga illa !
Tvær kýr standa á eini ong. So sigur onnur: Muuuuh ! So sigur hin: Skít, tað var júst tað, eg ætlaði at siga.
Hví ýla preriuúlvarnir um náttina ? - Teir síggja ikki kaktusarnar !
Hví eru fílar rukkutir ? - Hevur tú nakrantíð roynt at strokið einum ?
Hví eru grønlendskir hundar teir skjótastu í verðini ? - Tí tað er so langt millum lyktapelarnir !
Hví fáa etioparar ein tíma fyrr frá frá skúla ? - Teir hava ikki døgurðatíma !
Hví býr Tarzan í Klaksvík ? - Tí hann er “abernes konge” !
Hevur tú hoyrt, at tað er vorðið dýrari at fara til lækna ? - Júmen, tað eru kortini mong, ið fara til lækna at fáa ráð…
Hvussu kom tann fyrsti etioparin upp á mánan ? - Hann sat og spældi við eitt elastikk !
Sjúklingurin: Eg kenni meg sum eitt súrepli ! Læknin: Tak tað róligt, eg bíti ikki !
Hvat arbeiði hevði blondinan á M&M-verksmiðjuni ? - Hon var rættlesari !
Sjúklingurin: Eg haldi, at øll ignorera meg, hvat skal eg gera ? Læknin: Næsti !
Hvønn útlendskan marknað kann Kim's chips ikki koma inn á ? - Tann etiopiska. Har er eingin “Sulten for sjov”.
Hvussu gert tú eina blondinu óða í høvdinum ? - Gev henni ein posa av M&M og bið hana leggja bommini í alfabetiskan ordan!
Hvat er tað óreinasta, tú kanst gera við ein klaksvíking ? - Gev honum tvær teknistiftir og billa honum inn, at tær eru
kontaktlinsir!
Í hvørjum landsparti eru flest etioparar ? - Tað veldst um ættina !
Hvussu undirheldur tú eina blondinu í tímavís ? - Skriva “Vend” á báðar síður á einum pappíri !
Hvør er fyrimunurin við at vera senilur ? - Tú møtir nýggjum fólki hvønn dag !
Tænari, tað liggja tvær kontaktlinsur í minari suppu. - Hvar ? Hvar ?
Hvussu fært tú ein frá Klaksvík í ørvitri? - Gev honum ein rundan tallerk, og bið hann koyra ketchup í eitt hjørn.